Talan er um eini eldri hús í Havn, sum eingin býr í løtuni, tí húsini eru fyri kortum keypt.
Men tá nýggi eigarin var í húsinum saman við timburmanni, sum skuldi umvæla húsini, varnaðist hann, at har høvdu óbodnir gestir hildið til.
– Tað er ikki neyðugt at bróta inn í eini hús, fyri at tað skal vera ólógligt, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Í hesum førum sást tíðiliga, at fremmand fólk hava hildið til har og hava ballast har.
TÍ vórðu húsini nú forseglað soleiðis, at óbodnu gestirnir ikki sleppa inn.
Hetta er ein trupulleiki, sum løgreglan hevur upplivað áður, at fólk, sum ikki hava aðrastaðni at vera, fara inn í tóm hús. Men vaktleiðarin leggur dent á, at tey ikki vita, hvør tað er, sum hevur verið inni í húsinum.