Seinastu tretivu árini er farmurin um havnina ferfaldaður úr 200.000 upp í 800.000 tons, og sum gongdin er, verður hann 2.000.000 tons um tretivu ár afturat. Tí mugu vit hugsa stórt og samstundis effektivisera brúkið og gagnnýta hvønn kvadratmetur fult út.
Tí tá skapa vit inntøkumøguleikar og kunnu byggja eitt dupult so flott teatur, um vit vilja, har vit kunnu njóta framførslur í friði og náðum uttan at skula risikera, at trukkar koma koyrandi eftir senuni í tíð og ótíð.
Tórshavnar havn er eitt kongadømi um, hvussu væl ið vinnulív og felagslív kunnu virka saman
Allan vegin fram við sjóvarmálanum, av Molanum og út í Álaker, er lív á hvørjum steini, og tað verður lært og lisið, kruvt og kókað, bent og bukað, stýrt og stimað, róð og drivið á hvønn tumma.
Í Álakeri hevur tjóðarítróttur okkara fingið bestu karmar, og hann skulu vit halda áfram við at menna saman við feløgunum. Eisini kajakkfelagið hevur fingið felagshús í Álakeri.
Útróðurin skal somuleiðis hava góð viðurskifti. Hann er í vøkstri aftur, og á landi skal hann sanniliga fáa tær atstøður, honum tørvar.
Landingarmiðstøðin Barið á Vestaru bryggju er líkaleiðis í menning og fer í næstum at byggja út frystigoymslu. Hetta er avbera gleðiligt og skal hava fremsta prioritet, eins og virksemið á skipasmiðjuni skal hava tað.
Tí eingin Havn uttan Tórshavnar havn.
Kári Johansen býráðslimur, listi K