Ávísur spenningur var um valið á Sandi, tí tað vóru bara fimm atkvøður ímillum listarnar á seinasta valið, tá listi C dró longra stráið. Eisini tí, at Brandur Sandoy, fyrrverandi borgarstjóri og løgtingsmaður, stillaði uppaftur.
Hann stillaði ikki upp á seinasta vali, men var nú aftur á listanum.
Hesaferð vóru 14 atkvøður millum listarnar. Lista C fekk 197 og listi A fekk 183.
Bjarki Henriksen, sum hevur verið valdur fyri lista Avið 32 atkvøðum seinast, varð koyrdur av listanum og stillaði hesaferð upp fyri lista C og varð valdur við 34 atkvøðum.
Sum skilst verður Kristian Oskar Henriksen borgarstjóri og bróðirin, Bjarki Henriksen varaborgarstjóri.
Soleiðis var úrslitið á valinum á Sandi í gjár:
##med2##