- Støðan í Ukraina er kritisk, og flutningurin av materiali til landið gongur í stóran mun gjøgnum Pólland, sigur norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, við Verdens Gang.
Verjumálaráðharrin veit at siga, at Noreg um fáar dagar fer at senda herfólk, stríðsflogfør og loftverju til Póllands at verja økið, haðani Ukraina fær stóran part av sínum veitingum.
Sum skilst, er talan um flutning til sivil endamál, eins og hernaðarveitingar, sum lond lata Ukraina.
Noreg skal verða við til at tryggja trygdarstøðuna kring flogvøllin í Rzeszow í Póllandi saman við øðrum Nato-londum.
Verdens Gang veit at siga, at Noreg fer at senda umleið 100 herfólk, NASAMS-loftverju og F-35 stríðsflogfør.
- Pólland tekur eitt stórt tak fyri at tryggja, at bæði sivilar og hernaðarligar veitingar koma til Ukraina.
Norski verjumálaráðharrin, Bjørn Arild Gram, sigur, at flogvøllurin í Rzeszow eisini er sentralur í sambandi við flutning av ukrainskum sjúkligum, sum Noreg stendur fyri.
Átakið, sum Noreg er partur av í Póllandi, verður sambært norska verjumálaráðnum í gongd frá desember til páskir.