Afturgongdin hjá spanska kvinnulandsliðnum í hondbólti heldur fram.
Mánadagin varð fyrrverandi topptjóðin í kvinnuhondbólti send úr EM longu eftir innleiðandi umfarið. Spania var annars greiður favorittur undan dystinum móti Póllandi, men tapti 23-26.
Fyri fimm árum síðani vann Spania silvur í HM. Tvey ár seinni spældu spaniólar ímóti Danmark um HM-bronsuna. Nú er liðið ikki longur millum 12 tey bestu í Evropa
Tað er støaðn í einum truplum ári hjá spanska liðnum, sum eisini tapti allar fimm dystirnar til OL í Prís í summar.
Annars byrjaðu spaniólar EM eftir ætlan við at vinna á Portugal og taptu síðani sum væntað fyri Fraklandi.
Málúrslitið hjá Spania var tó so mikið gott, at ein javnleikur í seinasta dystinum móti Póllandi mundi vera nóg mikið til at koma víðari í millumspælið.
Men eftir eina góða byrjan steðgaði liðið hjá venjaranum Ambros Martin og gjørdi fleiri villur.
Fýra ferðir kastaðu leikararnir bóltin framvið einum tómum pólskum máli. Í seinna hálvleiki spældu spaniólar við bæði tveimum og trimum leikarum í yvirtali uttan at skora, og leikararnir tyktust so við og við mangla trúnna á seg sjálvar og hvønn annan.
Paula Arcos minkaði um støðuna til 23-25 hálvan annan minutt undan dystarloki, og spaniólar fóru fram á vøllin at noyða eina pólska umstilling.
Tað eydnaðist tó póllendingum at draga tíðina út, og tá Spania loksins fekk fatur á bóltinum, spilti Arcos seinasta møguleikan at bjarga heiðrinum.
Sostatt er Pólland, saman við Fraklandi, til reiðar til millumumfarið í bólki 1, sum verður í Debrecen í Ungarn.
/Ritzau/