Sprinklararnir órógvaðu venjingina í Armenia

Manslandsliðið: Tað var nokk meira gáloysni enn tilætlað sabotasja

Tað var nokk meira gáloysni enn tilætlað sabotasja frá armenum, tá sprinklaraskipanin fór í gongd mitt undir venjingini í dag. Tað tók nakrar minuttir at fáa sløkt skipanina og venjingin helt fram sum ætlað.

 

Føroyska liðið vandi á einum venjingaranleggi hjá armenska fótbóltssambandinum. Onkur spælari helt, at vøllurin var nakað harður, men annars fínar umstøður til eina venjing. Tað byrjaði við upphiting, sum Eli L. Nolsøe stóð fyri.

 

Síðani var nakað av taktiskari venjing, men hon bleiv avbrotin, tá sprinklaraskipanin brádliga fór í gongd. Hetta bleiv taklað við einum smíli, og tað gingu bara nakrir minuttir, so var klárt at venja víðari.

 

##med2##

 

Tað endaði við einum dysti millum teir yngru og teir eldru. Her vunnu teir eldru, men tað skuldi brotssparkskapping til. Ein lítil strika í rokningin var Hallur Hansson fór út við einum snuddi í tjúkkanum, meðan Arnbjørn Svensson, Odmar Færø og Jóannes Bjartalíð sótu yvir síðsta partin av venjingini.

 

Tað eru greiðar ábendingar um, at landsliðið fer at spæla við teimum miðverjum og fýra á miðjuni. Ein maður, sum skoraði fleiri góð mál til venjingina, var Páll A. Klettskarð. So er spurningurin, um hann er í tonkunum til teir fyrstu ellivu.

 

Føroyar skulu hava stig á hesi ferðini, um vit ikki skulu enda aftast í bólkinum í Nations League. Fyrri møguleikin at fáa stig verður hósdagin klokkan 17.