Súni í Hjøllum gjørdi eitt kanónval og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal. Hann fekk 339 persónligar atkvøður av teimum 955, sum vóru á vali í Nes kommunu

Súni gjørdi eitt kanónval

Eftir at valúrslitið fyrilá í gjárkvøldið, gjørdist Súni í Hjøllum púrasta ovfarin. Hann fekk heili 339 persónligar atkvøður og soleiðis eina dygga álitisváttan.

Súni í Hjøllum gjørdi eitt kanónval og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal. Hann fekk 339 persónligar atkvøður av teimum 955, sum vóru á vali í Nes kommunu

Í gjár var fyri fyrstu ferð høvi hjá fólki í Saltnesi, Toftum og Nesi at velja fólk í býráðið í Nes kommunu.

 

Síðan seinasta kommunuval hevur kommunan tikið býarheitið, tá talið av borgarum í kommununi fór upp um tey 1500.

 

Seinnu árini hevur stórur fólkavøkstur verið í Nes kommunu og serliga, síðan Eysturoyartunnilin læt upp, er fólkatalið vaksið nógv.

 

Á kommunuvalinum í gjár vóru tveir listar í Nes kommunu, listi A og listi B, harav listi A fekk seks umboð, og listi B fekk eitt umboð.

 

Á seinasta kommunuvali vóru tveir toppskorarar, Heini S. Kristiansen og Súni í Hjøllum, harav Súni tá fekk høvi at taka borgarstjórasessin.

 

At borgarstjórasessurin kann hava eina stóra effekt, vísir úrslitið av kommunuvalinum í Nes kommunu í gjár.

 

##med2##

 

Súni í Hjøllum gjørdi eitt kanónval og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal. 

 

Hinvegin fall Heini S. Kristiansen á valinum. Hann fekk 50 atkvøður, sum ikki rakk til sess í býráðnum hesaferð.

 

Eftir at valúrslitið fyrilá í gjárkvøldið, gjørdist Súni í Hjøllum púrasta ovfarin.

 

Hann fekk heili 339 persónligar atkvøður av tilsamans 955, sum vóru á vali og soleiðis eina dygga álitisváttan.

 

Soleiðis fall valúrslitið í Nes kommunu í gjár:

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Súni í Hjøllum gjørdi eitt kanónval og meira enn tvífaldaði sítt atkvøðutal. Hann fekk 339 persónligar atkvøður av teimum 955, sum vóru á vali í Nes kommunu

Súni í Hjøllum og Heini S. Kristiansen