Føroyingaliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini, Fredrikstad spældi í dag seinasta dystin í bestu norsku fótbóltsdeildini hetta kappingarárið.
Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen komu á vøllin fyri Fredrikstad, tá seinni hálvleikur byrjaði í útidystinum í Sandefjord.
Tað eydnaðist Fredrikstad at vinna dystin 1-0. Sigursmálið skoraði íslendski leikarin, Julius Magnusson í 64. minutti.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
Komandi leygardag spælir Fredrikstad steypafinalu móti Molde á Ullevaal leikvøllinum í Oslo.