Á myndini omanfyri, sum tv2.no eigur, fer løgreglan avstað við einum yngri manni, sum ikki dugdi sær hógv, tá hann skuldi upp í ein buss í Noregi í dag.
Flestu munnu hava upplivað løtuna, tá onkur eldri og illa gongdur antin fer úr ella í ein buss, og tá ræður um at vera tolin og ikki látast, sum tú hevur skund.
Ein slík hending var í Bergen um 11-tíðina fyrrapartin í dag, og her kunnu vit av røttum siga, at maðurin, sum bíðaði fyri at sleppa upp í bussin, ikki dugdi sær hógv.
Hin gamli gekk við tveimum stavum, og tá tað tók sína tíð hjá honum at stíga niður úr bussinum, gjørdist maðurin, sum skuldi upp í bussin, frá sær sjálvum.
Ja, milt sagt, kunnu vit siga.
Eitt eygnavitni, sum var á staðnum, sigur, at teir báðir - hesin gamli og yngri maðurin - komu upp at táttast, nú tað tók so langa tíð hjá hinum gamla og illa gongda.
- Knappliga tekur maðurin, sum bíðar, í hin gamla, hálar hann út úr bussinum og tveitir hann niður í vegin.
Fleiri ferðandi sóu hendingina og hjálptu hinum gamla á føtur aftur.
Úr Noregi verður sagt, at maðurin í 90-unum fekk ikki nakran nevniverdan og sjónligan skaða av ófantaligu hendingini og viðferðini.
Tá fleiri royndu at steðga yngra manninum, endaði alt við einum slagsmáli á busssteðgiplássinum.
Endin var, at løgreglan kom á staðið og fór avstað við manninum, sum var lopin fram av, og nú er spurningurin, um hann skal sálarkannast, veit tv2.no at siga í dag.