Í Skúvoyar kommunu hevur nývalda bygdarráðið ikki skipað seg enn, og í løtuni er ikki greitt, nær tey fara at skipa seg.
Her verður bíðað eftir, hvat løgmálaráðið sigur um eina klagu, sum er komin um kommunuvalið í Skúvoyar kommunu.
Fyrst valdi bygdarráðslimur í Skúvoy, Harry Jensen, sigur, at tey helst fara at skipa seg so skjótt, hetta málið er greitt.
Sitandi borgarstjórin í Skúvoyar kommunu, Pól Ásmund Tórarenni, stillaði ikki upp aftur á valinum hesaferð.
Tí er greitt, at Skúvoy skal hava nýggjan borgarstjóra hin 1. januar 2025.
Harry Jensen er maðurin, sum í fleiri ár hevur verið borgarstjóri í Skúvoyar kommunu, og hann sat við leiðsluni trý skeið undan Pól Ásmundi Tórarenni.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu verður, og hvør kemur at sita við borðendan, tá vit einaferð hava skipað okkum.
Hann sigur, at hetta verður í øllum førum ikki nakað, sum teir tríggir í nýggja bygdarráðnum fara at klandrast um.
Vit kunnu leggja aftrat, at Jóannes í Hoygarðinum, sum varð næst fyrst valdur í Skúvoy á kommunuvalinum, er nýggjur bóndi í oynni.
Hann er havnarmaður, uppvaksin í Havn, men hevur røtur í Vestmanna og Hvalba. Jóannes hevur keypt hús og garð í Skúvoy.
##med2##