100% Fiskavirkisskipan

Fiskavirkisskipanin var ein kærkomin skipan, tá hon kom. Í dag er skipanin ikki nøktandi.

 

Arbeiðsfólkini fáa, í besta føri, einans útgjald fyri 32 tímar úr fiskavirkisskipanini, um vikuna og haraftrat bert 80% av vanligu tímalønini, og tað er líkamikið um tey framman undan hava arbeitt 60 tímar um vikuna.

 

Jeg havi sjálvur arbeitt á flakavirki og undir hasi skipanini í fleiri ár. Hetta er ikki haldbart. Tí má hesin skeivleikin rættast!

 

Prísvøksturin er farin til himmals og tað er blivið munandi dýrari at liva.

 

Tey, sum fáa úr fiskavirkisskipanini, eru ikki tey ið hava tað lættast í Føroyum.

 

Tí skulu hesi røsku fólk, ið halda flakavirkisvinnuni uppi, ikki óneyðuga revsast.

 

Arbeiðandi fólkið skal hava betri sømdir. Útrókningargrundarlagið skal framyvir vera 100% av tímalønini og tað skal sjálvandi vera fyri fyri fulla viku, ikki einans 32 tímar.

 

ALS-kassin stendur til at bresta. Um okur ikki taka meiri úr stóra kassanum í hesum ótryggu  tíðum, nær skulu okur so gera tað?

 

Bjarni Hammer

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin