Bakkaði undan og bakkaði á bilin aftanfyri

Eitt ferðsluóhapp var í Havn í gjár, har tríggir bilar vóru partur av málinum.

Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at tað var ein bilur, sum skuldi koyra fram á einum vegamóti, men bakkar í staðin. Bilurin sum er aftanfyri, bakkar so undan fyri ikki at vera árendur, men bakka so á bilin aftanfyri, og fær so skuldina fyri tað óhappið.

Bilførararnir vóru sera ósamdir, tí tann, sum bakkaði undan, vildi vera við, at hann fremsti mátti hava feilin.

Sambært vaktleiðaranum vórðu teir vístir til tryggingina, sum síðani má taka dagar ímillum, hvør hevur ábyrgdina av ferðsluóhappinum.