Fyrsta fráboðanin til løgreluna um tað var klokkan 14.30, tá ein bilur var endaður hálvur uttan fyri vegin millum Fjarða.
Síðani kom aftur ein fráboðan um ferðsluóhapp millum Fjarða. Har var ringt jarðrok, og ein bilur rendi í ein bil frammanfyri, sum hann ikki sá í tjúkka jarðrokinum. Vaktleiðarin sigur, at talan var um stóran materiellan skaða, og at helst vóru báðir bilarnir vrak.
Síðani kom ein fráboðan um ein útlending, sum hevði koyrt seg fastin uppi á Oyggjarvegnum. Har fór Landsverk at hjálpa viðkomandi.
So var tað klokkan 16, at fráboðan kom um sannan ruðuleika á farleiðini um Sandavágsháls og oman á Fútaklett í Vágum. Har gjørdist støðan so ring, at Landsverk bað løgregluna steingja Vágatunnilin fyri ferðslu av Streymoynni.
Tveir og ein hálvan tíma seinni var opið aftur og koyrandi um Sandavágsháls.
Úr Hoyvík kom ein fráboðan um, at ein bilur hevði rent á ein lyktapela. Tað vísti seg, at bilurin hevði summardekk. Bilførarin fekk tí bót fyri at koyra við summardekkum í kava, sum ikki er loyvt.