Á Fólkating at umboða okkum
Ein tjóðskaparrødd á Fólkatingi fer altíð at umboða okkum- Føroyar og fólki.
Vit fara altíð at tala okkara søk heldur enn at gerast partur av einum donskum flokki. Tað er ein ómøgulig uppgáva at umboða okkara sjónarmið, sum partur av einum donskum flokki. Ongin kann tæna tveimum harrum. Sjálvsagt fara danskir flokkar at taka donsk viðurskifti framum okkara. Tað er tað, teir eru settir í verðina til. Einans ein fræls rødd kann tí greitt tala og virka fyri okkara søk.
Vit fara at stríðast fyri okkara rættindum, annaðhvørt tað snýr seg um rættindi hjá okkara fólki ella okkara landi.
Vit fara at arbeiða miðvíst fyri teimum málsøkjum, sum enn ikki eru komin á føroyskar hendur, eins og vit fara at fyrireika yvirtøkur av teimum síðstu málunum, áðrenn vit loysa.
Tað er púra greitt, at tey mál, sum enn eru undir donskum málsræði als ikki eru røkt nóg væl. Eitt dømi er viðurskiftini í løgregluni, annað eru fongsulsviðurskiftini. Her fara vit at stríðast fyri, at hesi verða raðfest.
Í øllum okkara arbeiði fara vit at tala tjóðskaparsøkina, tí vit vilja vera eitt sjálvstøðugt land. Eitt land, sum umboðar seg sjálvt og ikki verður umboðað av øðrum landi. Eitt land, sum samstarvar á jøvnum føti við onnur lond. Eitt land, sum kann taka lut í altjóða samstarvi, og sum tekur fulla ábyrgd av landi og fólki.
Fólkatingssessurin hevur tí eisini týdning í tjóðskaparstríðnum. Vit síggja í løtuni, hvat hendir, tá ið sambandsumboð eru í sessunum. Dag og dagliga arbeiða tey fyri at knýta okkum tættari at dønum. Tí má ein tjóðskaparrødd aftur á Fólkating, so sambandspolitikkurin kann steðgast.
Sirið Stenberg
Tjóðveldi