Verjumálaráðharri hjá Trump ákærdur fyri kynsligan ágang

Pete Hegseth hevur gjørt semju við eina kvinnu, eftir at hon meldaði hann fyri kynsligan ágang móti henni.

Pete Hegseth er fyrrverandi sjónvarpsvertur á konservativu sjónvarpsstøðini Fox News. Donald Trump vil hava hann sum verjumálaráðharra í síni næstu stjórn. (Arkivmynd). - Mynd: Spencer Platt/Ritzau Scanpix

Ein 22 síður long frágreiðing hjá løgregluni um Pete Hegseth avdúkar serligar ákærur um kynsligan. Tað er maðurin, sum Donald Trump hevur tilnevnt sum næsta amerikanskia verjumálaráðharran.

 

Í frágreiðingini stendur, at í 2017 framdi Pete Hegseth kynsligan ágang ímóti einu kvinnu, sum var á ráðstevnu í Kalifornia, har Hegseth var røðari.

 

Hetta skrivar CNN, sum hevur lisið frágreiðingina.

 

Sambært kvinnuni, sum meldaði málið, var hon á einum hotellkamari hjá Hegseth 8. oktober 2017. Her forðaði hann henni fysiskt í at fara úr kamarinum og tók telefonina hjá henni.

 

Hann framdi síðani kynsligan ágang móti henni, sigur hon við løgregluna.

 

Hegseth varð ikki ákærdur í málinum, men gjørdi seinni semju við kvinnuna, hevur advokaturin hjá honum sagt, sambært CNN.

 

Sum liður í semjuni rindaði hann eina óupplýsta upphædd til kvinnuna, og partarnir samdust um tagnarskyldu.

 

Hegseth hevur hildið fast um, at báðir partar - bæði hann og kvinnan - góvu samtykki til kynsliga sambandið.

 

Í frágreiðingini hjá løgregluni er avrit av avhoyringum av bæði kvinnuni, Hegseth, øðrum ráðstevnuluttakarum og einum starvsfólki á hotellinum.

 

Sambært CNN samsvarar forkláringin hjá kvinnuni í málinum við eitt upprit, sum ein vinkona hennara hevur skrivað.

 

Hon varð í farnu viku latin starvsfólkunum, sum samskipa tilgongdina kring innsetanina av Trump sum forseti.

 

Keldur, sum eru málinum nær, siga við CNN í hesum sambandi, at starvsfólkini hjá Trump vóru tikin á bóli av ákærunum um kynsliga ágangin, sum tey eftir øllum at døma ikki høvdu vitan um, áðrenn Hegseth varð tilnevndur.

 

Ráðstevnan, har ágangurin varð framdur, varð sambært kvinnuni hildin fyri kvinnuligum limum í Republikanska flokkinum í Kalifornia á einum Hyatt-hotelli í Monterey.

 

Pete Hegseth er tilnevndur av Donald Trump sum verjumálaráðharri í komandi stjórnini hjá Trump.

 

Men áðrenn Hegseth kann gerast verjumálaráðharri, skal senatið, sum er eitt av teimum báðum kømrunum í kongressini, góðkenna hann.

 

Og júst ákæran um kynsligan ágang kann forða fyri endaligari avtalu, skrivar CNN.

 

Hegseth er fyrrverandi sjónvarpsvertur á konservativu sjónvarpsstøðini Fox News.

 

Matt Gaetz, sum Trump hevur tilnevnt til løgmann, er eisini í brennideplinum orsakað av ákærum um kynsligan ágang.

 

Hann hevur verið kannaður av amerikanska løgmálaráðnum og Umboðsmannatinginum í einum máli um kynsligan ágang. Hetta hevur tó ikki elvt til ákæru.

 

 

 

/Ritzau/

 

Pete Hegseth er fyrrverandi sjónvarpsvertur á konservativu sjónvarpsstøðini Fox News. Donald Trump vil hava hann sum verjumálaráðharra í síni næstu stjórn. (Arkivmynd). - Mynd: Spencer Platt/Ritzau Scanpix