Atkvøða til Javnaðarflokkin er atkvøða til Mette

Fólkaflokkurin vil hava tað, sum er okkara, men javnaðarstuðlaða Mette Frederiksen hevur alt valskeiðið sagt nei. 


Á Fólkatingi vil Fólkaflokkurin gera alt fyri at vit fáa tað, sum er okkara. 


Vit tosa um Íleggingargrunnin (uml. 700 mió). Ein grunnur, ið kann tryggja okkum útbygging av Vága floghavn. Mette sigur nei.


Vit tosa um føroyska loftrúmið, ið kann geva hópin av peningi og kanska eini 100 vitanarkrevjandi størv. Mette sigur nei. 


Vit tosa um limaskap í WTO, heimhandilsfelagsskapinum, ið kann verja okkum fyri handilsstongsli og geva okkum betri møguleikar til fríhandilsavtalur. Mette sigur nei.



Javnaðarflokkurin stuðlar Mette Frederiksen. Tí verður ein atkvøða til Javnaðarflokkin ein atkvøða fyri NEI til Føroyar. 


Her má broyting koma í. Tað vil Fólkaflokkurin stríðast fyri á Fólkatingi.


Jørgen Niclasen,

 

valevni Fólkafloksins til fólkatingsvalið.