Avgreitt - 1: Smidligari at fáa danska pensión útgoldna 

Javnaðarflokkurin verður konstant kritiseraður fyri at hava gjørt ov nógv á fólkatingi. 

Sjúrður Skaale 

 

Tað er ein kriritikkur, vit einki hava ímóti. Tí hann er sannur. Vit hava gjørt eina rúgvu. Men einki, sum vit ikki hava rætt til, og einki, sum ikki er viðkomandi 

 

Vit lova, at tað heldur fram. Og fyri at geva tí lyftinum trúvirði, kemur hvønn dag, hetta valið, ein grein út her um ymist, vit hava gjørt. 

 

Lættari at fáa pensión 

 

Túsundtals føroyingar við skattskyldu í Føroyum hava hvørt ár rent seg í trupulleikar, tá pensjónin úr Danmark skal útgjaldast. 

 

Orsøkin er, at tað hevur ikki borið til at fáa góðkent skattafrítøku uttan sera drúgva málsviðgerð. Í nógvum førum hevur tað havt við sær, at fólk hava verið noydd at togast leingi við danskar myndugleikar fyri at fáa alla sína pensjón. Í øðrum førum, at føroyingar av órøttum hava goldið skatt í Danmark. 

 

Vit hava havt samskifti við nógvar partar um trupulleikan, m.a. við Felagið Føroyskir Sjúkratøktarfrøðingar, har nógvir limir hava stríðst við at fáa alla sína pensjón. 

 

Í 2021 bar á mál, tá danski skattamálaráðharrin eftir okkara áheitan gjørdi av, at skattafrítøkur framyvir verða automatiskt skrásettar í donsku skipanini.