Avgreitt 10: Microsoft translate á føroyskum

Sjúrður Skaale 

 

Tað hevur ikki borið til at umseta tekst og talu á føroyskum til onnur mál ella øvugt. Vit hava, í samstarvi við m.a. Sprotan, fingið í lag samstarv við Microsoft, og í 2022 gjørdist føroyska málið partur av talgildu týðingarskipanini hjá Microsoft.

 

Enn er ikki komið á mál við at rætta feilir í skipanini, men nú er føroyskt við, og arbeiðið at bøta um umsetingarnar er í gongd.

 

Næsta stig er at fáa føroyskt inn í Google-translate og aðrar skipanir.