Sjúrður Skaale
Eitt lógaruppskot, sum skuldi styrkja eftirlitið við fundamentalistiskum trúðarbólkum, kom tvørt fyri hjá føroyskum trúðarlívi í Danmark, tí tað lógartekniskt var neyðugt at krevja, at prædikur á øllum útlendskum málum í kirkjum og samkomum skuldi umsetast til danskt.
Vit tóku fleiri ferðir málið upp við stjórnina og avvarandi ráðharra, og í góðum samstarvi við umboð fyri føroyskt trúðarlív í Danmark eydnaðist at venda málinum, soleiðis at tað ikki varð lagt fram kortini.
Ein fundur í Eliaskirkjuni millum umboð fyri stjórnina, Kristnastovu, Eliaskirkjuna og Javnaðarflokkin á fólkatingi var avgerandi fyri, at málið var tikið av skrá.