Avgreitt – 2: 11 mió. kr. til søguligan bygning á Tvøroyri

Sjúrður Skaale

 

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2021 gjørdu vit eina avtalu um, at 11 mió. kr. skuldu játtast til at seta tann søguliga bygningin Pakkhús 18 á Tvøroyri í stand.

 

Avtalan varð gjørd í samráð við Tvøroyrar Bygda- og Sjóvinnusavn og við góðkenning frá kommununi.

 

Tá arbeiði verður liðugt verður hetta ein fongur fyri Tvøroyri. Bæði sum lokalt savningarstað og sum ferðafólkamál.