Avgreitt – 4: Vinnumál ikki flutt til Danmarkar, men trygdarmál til Føroya

Í mai 2020 boðaði Mette Frederiksen frá, at telesamskifti skuldi fatast sum ”kritiskt infrakervi” og ”trygdarmál”.

 

Hetta var sera prinsipielt. Tí telesamskifti er eisini eitt vinnumál. Og meðan vinnumál eru føroysk, eru trygdarmál formliga donsk.

 

Tí kallaðu vit stjórnina í samráð fyri at fáa greiðu á, hvørjar avleiðingarnar kundu verða fyri føroyskt vinnulív og sjálvræði. Tveir ráðharrar komu í samráð um málið.

 

Vit vildu hava greitt svar uppá, hvussu ábyrgdarbýtið millum Danmark og Føroyar fór at verða og hvussu føroyskir myndugleikar fóru at verða tiknir við í arbeiðið at gera ein lóg á økinum.

 

Kravið var, at avgerðin um hetta skuldi takast í Føroyum.

 

Tí hóast Javnaðarflokkurin hevði ta støðu, at tað av trygdarávum var rætt at skifta frá kinesiska Huawei til svenska Ericsson, so kundu vit als ikki góðtaka, at telesamskifti – eitt vinnumál – bleiv flutt til Danmarkar, tí tað nú varð bólkað sum eitt trygdarmál.

 

Í staðin skuldi hetta trygdarmálið flytast til Føroya.

 

Og soleiðis bleiv. Avgerðin um at skifta bleiv ikki kroyst niður yvir Føroyar. Hon varð tikin av nevnd og leiðslu á Føroya Tele.

 

Síðani hava vit støðugt mint donsku stjórnina á, at tað er Føroya Landsstýri, sum er hægsti myndugleiki, tá tað snýr seg um vinnupolitiskar avgerðir. Og at um trygdarpolitisk viðurskifti gerast partur av einum yvirtiknum málsøki, so skal landsstýrið hava fulla kunning um alt – og eiga síðsta orðið, tá avgerðir verða tiknar.