Avgreitt 9: Føroysk amboð at steðga talgildum harðskapi móti kvinnum

Sjúrður Skaale

 

Eftir søgurnar um talgildan harðskap móti føroyskum kvinnum – tað sonevndu ”golden maps” – vendu vit okkum til løgmálaráðharran fyri at fáa hagtøl og kunning um, hvussu útbreiddur trupulleikin er. Vit eftirspurdu eisini eini ætlan og serstakari tilbúgving fyri slíkan ágang. Svarið frá løgmálaráðnum staðfesti, at tað er trupult at finna heilt nágreinilig hagtøl, og at eingin serstøk ætlan er fyri økið.

 

Vit hava síðani – í samstarvi við føroysku løgregluna – heitt á stjórnina um at taka fleiri stig, soleiðis at rættarstøðan hjá offrunum verður styrkt.

 

Hetta verður nú gjørt.