Í fjør gekk alt upp á stás við fótbóltinum í Klaksvík. Besta liðið vann triðja árið á rað FM, kvinnurnar vunnu FM, og næstbesta liðið hjá monnum endaði á bronsuplássið.
At tað ikki er so nógvur undanvindur í ár, sum tað var í fjør, sást aftur í dag, tá ið næstbesta liðið tapti 3-1 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá B36.
Úrslitið í dag ber við sær, at KÍ er á áttanda plássi við trimum stigum.
Hjá B36 var sigurin í Klaksvík staðfesting av góðu gongdini. Ofta hevur næstbesta B36 liðið kappast um at sleppa undan at flyta niður úr 1. deild, men nú er B36 ovast á talvuni. B36 hevur framvegis ikki tapt. Í dag vann B36 fyri triðju ferð, og tvær ferðir er tað endað javnt.
Fimm minuttir eftir steðgin var tað Rani Berg í Soylu, sum legði B36 á odda 1-0, og 18 minuttir undan leikloki økti Rani um munin til 2-0. Hann er nú – saman við Rana Hansen í Víkingi og Tijani Mohammed Yakubu í B71 – toppskjútti í deildini við fýra málum.
Lukas S. Enevoldsen økti um munin til 3-0 13 minuttir undan leikloki, og fýra minuttir undan leikloki minkaði Kristian Svabo Eliasen um munin til 3-1.
Tíggju ferðir hevði dómarin gula kortið á lofti – tríggjar ferðir í fyrra hálvleiki og sjey ferðir í seinna hálvleiki. Fýra bláir sóu gult og seks ferðir sóu teir hvítu gula kortið.
Fríggjakvøldið fer KÍ at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og B36 fer leygardagin at spæla toppdyst á Argjum.