Barnakonur til Havnar – onki luksus!

Síðan barnakonur úr Suðuroynni vórðu noyddar til Havnar at eiga, er lítið og onki gjørt fyri at betra um vánaligu umstøðurnar og vánaligu treytirnar, sum barnakonur og teirra familjur hava, tá tey mugu frá hús og heimi í vikuvís.

 

Tað finnast óteljandi, syrgiligar søgur um hesa tíðina, har bíðað verður eftir familjuøkingini í Havn. Hetta eigur at verða ein gleðistíð, men í staðin fer tíðin við álvarsamari stúran.

 

Familjan telir kanska longu fleiri børn framman undan og hesi sleppa ikki í skúla, meðan bíðað verður. Makin má forsøma arbeiðið og má bert vóna, at arbeiðsgevarin er tolin og ikki hálar fíggjarliga grundarlagið undan familjuni.

 

At noyðast at unnvera sítt heim og síni kæru í óvissa tíð, ger verandi umstøður ótolandi og hetta skal støðga! Framyvir skulu umstøðurnar raðfestast og betrast munandi, bæði fyri barnakonur og teirra familjur. Familjurnar skulu húsast nógv betur. Allar útreiðslur skulu endurfíggjast, fyri uppihald, mat, lønarmiss og alt annað, ið kann skjalprógvast.

 

Heilsuverkið valdi at lata føðistovuna í Suðuroynni aftur. Tí skal heilsuverkið framyvir vísa í verkið ta ábyrgd, ið átti at ligið á teimum og fingið umstøðurnar í rættlag, beinanvegin, inntil Suðuroyartunnilin er klárur.

 

Bjarni Hammer

 

valevni hjá Javnaðarflokkinum