Um tað í hesi vikuni hevði verið løgtingsval, so hevði samgongan fingið ein dyggan undir vangan, og nýggj borgarlig samgonga hevði verið skipað.
Fyri einum lítlum ári síðani vann Javnaðarflokkurin stórsigur á løgtingsvalinum, sum var 8. desember 2022. Eftir valið varð samgonga skipað og Aksel V. Johannesen valdur at vera løgmaður.
Um løgtingsval hevði verið í hesi vikuni, hevði Fólkaflokkurin verið stóri vinnarin, og Beinir Johannesen formaður í Fólkaflokkinum hevði skipað borgarliga samgongu.
Tað vísir veljarakanning, sum portal.fo skrivar um í morgun, og sum í fyrrakvøldið varð gjørd fyri bladid.fo, sum portal.fo gevur út á netinum hvønn leygarmorgun.
Stóri taparin í kanningini er Javnaðarflokkurin, sum hevði mist tríggjar tingmenn. Stóri vinnarin er Fólkaflokkurin, sum hevði vunnið fýra tingfólk.
Sambandsflokkurin hevði vunnið ein tingmann, og Tjóðveldi og Framsókn høvdu mist eitt tingfólk.
Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin høvdu vunnið 18 tingsessir. Harvið høvdu stóru borgarligu flokkarnir havt so stóra undirtøku, at teir einsamallir kundu skipað samgongu. Bara einaferð er tað komið fyri, at teir báðir flokkarnir einsamallir hava skipað samgongu. Tað var í valskeiðnum 1950 til 1954. Tá átti Fólkaflokkurin 8 og Sambandsflokkurin 7 av 25 tinglimum.
Spyr.fo spurdi hóskvøldið 500 veljarar, hvønn flokk tey høvdu valt, um tað var løgtingsval.
12.5 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tey hava ikki tikið støðu til, hvønn flokk tey høvdu valt, um val var nú.
Veljarakanning hjá bladid.fo 9. november 2023 | ||||
Lutvís undirtøka | ||||
LV 2022 | 07.jun.23 | 10.nov.23 | ||
A | 18,9 | 23,2 | 29,5 | |
B | 20,0 | 19,4 | 24,2 | |
C | 26,6 | 24,1 | 18,2 | |
D | 2,7 | 2,3 | 2,9 | |
E | 17,7 | 18,9 | 14,3 | |
F | 7,5 | 6,9 | 5,2 | |
H | 6,6 | 5,4 | 5,8 | |
Umboðan | ||||
A | 6 | 8 | 10 | |
B | 7 | 7 | 8 | |
C | 9 | 8 | 6 | |
D | 0 | 0 | 0 | |
E | 6 | 6 | 5 | |
F | 3 | 2 | 2 | |
H | 2 | 2 | 2 | |