Undir yvirskriftini “Sambandsmaður við flaggi á armi og tjóðskapi í hjarta” svarar Bergun Kass einari røðu, sum eg helt fríggjakvøldið í Ullvøruhúsinum.
Tað eru so nógvar misskiljingar og villur í aftursvarinum hjá Bergun Kass, at eg veit næstan ikki, hvar eg skal byrja.
Bergun Kass byrjar aftursvarið við tekstinum “aftursvar til grein hjá Liljuni Weihe og Suna Merkistein”.
Longu her hoppar ketan av.
Fyrst og fremst vil eg gera greitt, at Suni Merkistein er ikki avsendari á nøkrum politiskum boðskapi hjá mær.
Fyri tað næsta, so havi eg havi ikki skrivað nakra grein – og tað hevur Suni Merkistein heldur ikki.
Eg, bara eg, havi hildið eina røðu. Tað hevði Bergun Kass vitað, um hon hevði ómakað sær at lisið røðuna.
Í røðuni havi eg, við loyvi, endurgivið nøkur brot úr einum telduposti, sum Suni Merkistein sendi mær í sambandi við eina sending, sum hann er í ferð við at gera fyri Kringvarp Føroya. Telduposturin var sendur tíðliga í summar – langt áðrenn nakað fólkatingsvalstríð var byrjað, og langt áðrenn eg hevði tikið støðu til at stilla upp til Fólkatingsval.
Í teldupostinum lýsir Suni Merkistein nøkur paradoks í okkara relatión við Danmark, men hann hevur ongan politiskan boðskap í sínum teksti. Tað hevði Bergun Kass eisini sæð, um hon ómakaði sær at lesa røðuna.
Bergun Kass er hjartaliga vælkomin at hava allar tær meiningar hon vil um meg persónliga og um mínar politisku meiningar, men lat tær so vera um meg og ongan annan.
Til seinast skilji eg væl, um lesarar á in.fo ikki vita, hvørjum Bergun Kass svarar aftur... Røðan hjá mær er ikki send nøkrum miðli, og er mær vitandi heldur ikki endurgivin á nøkrum miðli. Røðan liggur á mínum facebookvanga, so tey, sum vilja lesa røðuna, finna hana har.
Fyri ein góðan ordans skyld havi eg tosað við Bergun Kass og víst á skeivleikarnar í aftursvarinum hjá henni. Eg boðaði henni eisini frá, at eg sjálvandi eisini mátti svara henni alment, nú hon sjálv er farin til miðlarnar við hennara aftursvari.