Birita Matras Petersen er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður.
Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
– Javnaðarflokkurin ynskir Biritu hjartaliga vælkomnari á ting, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.