Bústaðarmøguleikar um alt landið

Vit skulu hava fleiri leigu- og lutaíbúðir, íbúðir til lesandi, til fólk við serligum tørvi, eigaraíbúðir og leiguíbúðir kring alt landið.

 

Seinastu árini hava vit merkt ein stóran fólkavøkstur í Føroyum. Vit síggja at fleiri og fleiri velja Føroyar til heldur enn frá. Somuleiðis síggja vit eisini, at áhugi er fyri at búgva í øllum økjum í Føroyum. Men samstundis hava vit sum samfelag ikki megnað at nøkta bústaðartørvin, og tí síggja vit, at fleiri og fleiri ikki hava ráð at seta búgv í Føroyum.

 

Øll skulu hava rætt til eitt heim. Tað skal ikki gerast munur á, um tú ert lesandi, lág- ella miðalløntur, vilt leiga, ella hvar í landinum, tú ynskir at seta búgva. Tí skulu vit eisini arbeiða fyri fjølbroyttum bústaðarmøguleikum í Føroyum.

 

Ítøkiliga skulu kommunurnar í samstarvi við Bústaðir hava heimild til at stovna almannagagnlig bústaðarfeløg. Á hendan hátt tryggja vit ikki einans, at bústaðir verða bygdir til øll kring alt landið, men eisini at prísurin á bústøðunum verður hildin á einum støði, har allir borgarar, uttan mun til inntøku, hava møguleika at fáa ein bústað.

 

 

 

Terji Beder

 

Valevni fyri Javnaðarflokkin