Seinasta fundarrøðin um evnið ’útveljing’ - í Hoyvík

Fundarrøðirnar, sum verið hava kring landið seinastu vikurnar, enda nú við tí seinastu røðini, sum verður í samkomuni Marknagil í Hoyvík, mánakvøldið, týskvøldið og mikukvøldið kl. 20.

Hendan seinasta møtirøðin fevnir um hesi møtini:

 

* mánakvøldið 3. februar kl. 20

* týskvøldið 4. februar kl. 20

* mikukvøldið 5. februar kl. 20

 

Samkoman Marknagil heldur til í hølum við Brekkutún 5 oman fyri FK í Hoyvík.

 

Øll møtini eru fyri allar aldursbólkar – hjartaliga vælkomin

 

—-

 

Teir tríggir, sum tala í hesi møtirøðini eru Jens Bech av Skála, Petur á Roykheyggi úr Runavík og Sonni Poulsen av Sandi.

 

Jens og Petur virka sum fulltíðar trúboðarar í og út frá brøðrasamkomunum í Føroyum, meðan Sonni og konan Julie, sum er úr USA, hava virkað sum trúboðar í Papua Ný Guinea í mong ár, og eisini á bíbliuskúlanum hjá New Tribes Mission í Onglandi í nøkur ár.

 

Tey góvust í tænastu við NTM í 2019 vegna avbjóðingar við heilsuni hjá Sonna, og búsettust í USA.

 

Sonni vitjar heim á klettarnar í sambandi við hesa møtirøðina.