HM: Danmark er ferfaldur heimsmeistari

Danmark er fyrsta manslandsliðið í hondbólti, ið vinnur HM-gull fýra ferðir á rað

Fjórðu ferð á rað hevur danska manslandsliðið vunnið HM-endaspælið í hondbólti. Tað hevur einki manslandslið megnað áður.

 

Havnarmaðurin, Jóhan á Plógv Hansen hevur verið partur av danska HM-hópinum allar fýra ferðirnar.

 

Danmark vann í finaluni 32-26 á einum hart spælandi kroatiskum liði í Unity Arena í Bærum uttanfyri Oslo.

 

Danmark var frammanfyri 16-12 í steðginum. Danmark legði hart út í seinna hálvleiki, og var frammanfyri við níggju málum. Kroatia fekk minkað leiðsluna niður í fimm mál, men kom ikki nærri.

 

Emil NIelsen í málinum og Mathias Gidsel við 10 málum vístu aftur hví teir báðir eru tveir teir fremstu hondbóltsleikararnir í heiminum. 

 

Jóhan skoraði trý góð mál móti endanum av dystinum. Hann hevði eisini nakrar royndir í fyrra hálvleiki, men tá var eydnan ikki við honum. 

 

Liðfelagin hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu í THW Kiel, Domagoj Duvnjak spældi sín seinasta landsdyst fyri Kroatia, og hann fekk æruna at skjóta seinasta málið í HM-finaluni, tá danska liðið gav honum fría atgongd til málið í teimum seinastu sekundunum av dystinum. Ein sera vøkur gerð, ið Domagoj Duvnjak setti stóran prís upp á.

 

Kroatia-Danmark 26-32 (12-16) - HM finala

 

Kroatia: Ivan Martinović 6, Mario Šoštarić 5, Luka Lovre Klarica 4, Marin Jelinić 3, Filip Glavaš 2, Marin Šipić 2, Igor Karačić 2, Tin Lučin 1, Domagoj Duvnjak 1.

 

Bjargingar: Dominik Kuzmanović 4, 17% - Ivan Pešić 2, 17%.

 

Danmark: Mathias Gidsel 10, Emil M. Jakobsen 5, Emil W. Madsen 4, Simon Pytlick 4, Jóhan á Plógv Hansen 3, Lukas Lindhard Jørgensen 2, Niclas Vest Kirkeløkke 2, Rasmus Lauge Schmidt 1, Magnus Landin 1. 

 

Bjargingar: Emil Nielsen 13, 38% - Jannick Green 1/5, 20%.