Danmark sendir enn eitt sjóverjuskip til Arktis

Enn eitt eftirlitsskip at virka í Arktis

Sambært DR vilja Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri og stjórnin hava eitt eftirlitsskip afturat við í komandi arktisku avtaluna. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Frá tveimum skipum til trý. Soleiðis tykjast ætlanirnar hjá donsku stjórnini at vera í sambandi við eftirlitsskip í Thetis-flokkinum, sum skulu virka í Arktis, skrivar DR.

Sambært miðlinum vil stjórnin nú hava trý nýggj eftirlitsskip í komandi verjuavtaluni um Arktis, í staðin fyri tvey skip, sum vóru við í upprunaliga uppskotinum.

Tað stendur í einum skjali, sum er sent úr Verjumálaráðnum til teirra, sum skulu gera verjusemjuna, skrivar DR.

Tilsamans hevur stjórnin ætlað at brúkt 15 milliardir krónur til at dubba í Arktis. Hetta verður gjørt við nýggjari partsavtalu undir verjusemjuni.

Millum annað verða pengar brúktir til fleiri skip, tvær dronur og tvey sletulið afturat til Sirius-patruljuna.

 

/Ritzau/

 

Sambært DR vilja Troels Lund Poulsen, danskur verjumálaráðharri og stjórnin hava eitt eftirlitsskip afturat við í komandi arktisku avtaluna. (Arkivmynd). - Mynd: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix