Mynd: Sermersooq Kredsret

Dómur fallin í tveimum drápsmálum í Grønlandi

Onnur hendingin fór fram í Nuuk í mai í fjør og hin í Nanortalik í februar í fjør

 

Mynd: Sermersooq Kredsret

Seinastu dagarnar eru dómar feldir í tveimum drápsmálum í Grønlandi.

 

Talan er um tvær hendingar, sum ikki hava tilknýti til hvørja aðra. Onnur hendingin fór fram í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og hin í Nanortalik.

 

Í Nuuk var tað ein 28 ára gamal maður, sum hevð skamfarið damuna hjá sær við knívi, meðan børnini hjá teimum vóru hjástødd og onnur børn vóru í umhvørvinum.

 

Hendingin fór fram í mai í fjør, og hesin dómurin varð sagdur í Sermersooq Kredsret síðsta mikudag. Maðurin, sum áður hevur verið dømdur fyri harðskap móti kvinnuni, varð dømdur átta ár á stovn.

 

Hin 28 ára gamli hevði skamfarið kvinnuna við einum køksknívi, og hann hevð meislað kvinnuna um hálsin og andlitið. Kvinnan doyði stutt eftir á sjúkrahúsi av bløðingum.

 

- Tvey børn vóru eygnavitni til atgerðina, og tvey onnur børn vóru í einum rúmi víð síðuna av, har hendingin fór fram. 

 

Sermitsiaq veit at siga, at børnini rýmdu út og sendu boð eftir løgregluni. Kvinnan, sum læt lív, var mamma til trý av børnunum, og nú dømdi maðurin var pápi til tvey teirra.

 

Maðurin tók við dóminum og varð hildin aftur, tá dómurin var fallin. Hann skal sita dómin á stovni.

 

Hósdagin dømdi Kujalleq Kredsret eisini ein 27 ára gamlan mann fyri dráp av einari 65 ára gamlari kvinnu í Nanortalik í februar í fjør.

 

Umframt at verða dømdur fyri dráp, varð maðurin eisini funnin sekur í fleiri øðrum lógarbrotum, eitt nú fyri at hava havt kynsligt samband við barn undir 15 ár.

 

Hin 65 ára gamla kvinnan varð hin 18. februar í fjør funnin uttandura við fleiri skaðum bæði á likaminum og á høvdinum, og løgreglan helt upp á, at kvinnan varð dripin.

 

Kujalleq Kredsret viðgjørdi málið í nakrar dagar, og hósdagin í síðstu viku varð hin 27 ára gamli dømdur fyri dráp, har hann nú er dømdur á stovn í sjey ár og seks mánaðir.

 

 

 

Mynd: Sermersooq Kredsret