Grønlendska landsstýrið við formanninum Muté B. Egede á odda, fer at banna útlendskum valstuðli. (Arkivmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters

Sleppa ikki at keypa sær politiska ávirkan í Grønlandi

Áhugin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, fyri Grønlandi skal ikki ávirka valið til grønlendska landstingið í vár. Eingin útlendingur skal sleppa at keypa sær vald í Grønlandi, tí er uppskot um forboð ímóti útlendskum stuðuli til grønlendskar flokkar lagt fyri Landstingið

Grønlendska landsstýrið við formanninum Muté B. Egede á odda, fer at banna útlendskum valstuðli. (Arkivmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters

Í morgin fer grønlendska landstingið bráðfeingis at viðgera uppskot um at banna útlendskum stuðli til politiskt arbeiði í Grønlandi.

 

Grønlendska landstingið, Inatsisartut, fer í morgin bráðfeingis at viðgera eitt lógaruppskot um at banna dulnevndum og útlendskum stuðli til politiskt arbeiði.

Tað upplýsir grønlendski miðilin Sermitsiaq. AG.

Tað sæst av viðmerkingunum til lógaruppskotið, at uppskotið kemur eftir áheitan frá grønlendsk landsstýrinum.

Lógaruppskotið er ætlað at "verja politiska integritetin í Grønlandi".

Í lógaruppskotinum stendur víðari, at tað skal síggjast "í ljósinum av geopolitisku áhugamálunum í Grønlandi og verandi støðu, har umboð fyri eitt sambandsligt stórveldi hava víst áhuga fyri at yvirtaka og stýra Grønlandi".

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur í seinastuni fleiri ferðir víst á ynski um amerikanskt vald á Grønlandi. Tað hava bæði Grønland og Danmark vrakað.

Uppskotið kemur undan komandi landstingsvali í Grønlandi, sum skal haldast í seinasta lagi 6. apríl.

Verður uppskotið samtykt í morgin, tá tað sambært Sermitsiaq.AG skal ígjøgnum allar tríggjar viðgerðirnar og atkvøðast um, verður tað galdandi fyri flokkar umframt lokalar og ungdómsgreinar hjá flokkum.

- Harumframt er forboðið galdandi fyri fólkatingsins ella Inatsisartut limir og varafólk teirra, eins og fyri persónar, sum stilla upp til komandi val til fólkating ella Inatsisartut, sum tað stendur í viðmerkingunum til uppskotið.

Harumframt verður í lógini gjørt bannað, at ein partur fær privatar inngjøld, sum tilsamans fara upp um 200.000 krónur. Ella stuðul frá einum stuðli, sum er oman fyri 20.000 krónur.

 

/Ritzau/

 

 

Grønlendska landsstýrið við formanninum Muté B. Egede á odda, fer at banna útlendskum valstuðli. (Arkivmynd). - Mynd: Tom Little/Reuters

Grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede