Kunna um stuðulsmøguleikar í ferðavinnuni

Sjóneykan verður sett á stuðulsmøguleikar og produktmenning í ferðavinnuni

Tað er Visit North, saman við NORA, Vinnuframa og Hópfígging, sum skipar fyri tiltakinum á mikudagin 5. februar kl. 16, á Hotel Norð á Viðareiði. Hetta er tað fyrsta í einari røð av fleiri tiltøkum, sum Visit North skipar fyri komandi tíðina.

 

Tiltakið er ókeypis men neyðugt at melda til á visitnorth.fo ella við at senda teldupost á info(at)klaksvik.fo