Edva Jacobsen er fødd 31. august í 1964, býr í Fuglafirði, er gift við Elibert og tey eiga ein son.
Hon hevur arbeitt í banka til 2010, og á Løgtingi frá 2010 til 2015 og aftur frá 2019 til í dag. Frá 2015 til 2019 arbeiddi hon á Pelagos og Bakkafrost, síðsta árið í móttøku og fíggjardeild.
Edva er útbúgvin innan bankayrki, har hon arbeiddi í 25 ár, síðan tikið aðrar eftirútbúgvingar, tann seinasti er Akademiútbúgving í búskap og tilfeingi.
- Eg stilli upp til fólkatingsvalið, tí eg vil virka fyri, at vit skulu hava atgongd til bestu skipanir í Ríkinum til okkara borgarar, eitt nú innan sjúkraviðgerð og útbúgving, og eg haldi, at mínar royndir og innlit í politiskt arbeiðið, eisini í uttanlanda politiskum samstarvi, kunnu styrkja um arbeiðið hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi, sigur Edva Jacobsen.
Allir føroyingar eiga at fáa allarabestu serviðgerð, tá sjúka rakar - og tað borgar samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri.
Okkara ungdómur, sum er okkara framtíð, eigur at fáa allarbestu møguleikar til hægri úbúgvingar og aðrar útbúgvingar - og tað borgar eisini samstarvið í Ríkisfelagsskapinum fyri.
Sambandsflokkurin