Eg minnist við gleði aftur á mína lestrartíð í Danmark 

Teir seinastu dagarnar havi eg verið í einum kjaki við sambands navnan, Jóhan Dahl, um hvussu nógvir føroyingar tað verðuliga eru sum lesa í Danmark, og fáa danskan SU. Upprunaliga pástóð Jóhan Dahl, at talið var okkurt sum 2000-2500, har eg vístið á, at sbrt. Studni.fo, so vóru tað 630  skúlaárið 20/21.  

 

Ein sannur forvirringur hevur síðani stungið seg upp hvat nú er rætt. Eg havi tosa við Studni.fo í morgun og spurt inn til tølini. Tey siga, at hasi 630 eru tey, sum av eini ella aðari orsøk hava verið í samband við Studna í skúlaáriðinum. T.d. søkt ferðastuðli e.l. Samstundis siga tey, at tað uttan iva eru nøkur lesandi, sum ikki hava verið í samband við Studna, og eru tískil ikki skrásett. Men eitt gott boð er, at um vit taka miðal av teimum sum hava verið í samband við Studna seinastu árini, so eru vit á heilt góðari leið. Gera vit tað, so er talan um uml 1000 (ikki 2000-2500) lesandi føroyingar í Danmark. Tað talið er tað fallandi í tráð við, at fleiri og fleiri møguleikar eru her í Føroyum.  

 

Ella, kanska eru tað bara hasi 630. Vit vita snøkt sagt ikki við vissu. 

 

Heilt erligt, er tað ikki nógv fyri at vit í 2022 ikki eingongd hava nágreinulig tøl fyri, hvussu nógvir føroyingar eru í Danmark og lesa?  

 

M.a. hetta vil Tjóðveldi fáa broytt, so vit her í Føroyum altíð vita hvat vit tosa um. Ikki bara tá hugsa verður um lesandi, men øll viðurskiftir sum viðvíkja Føroyum. 

 

Í staðin fyri at brúka tíð og orku at fløkja okkum longur og longur inn í ríkisfelagsskapin og Danmark, sum hinir flokkarnir leggja upp til, so vilja við nýta okkara tíð at greiða viðurskiftini millum Føroya, Danmark og allan heim, soleiðis at vit altíð hava so røtt fakta á borðinum. Røtt fakta, so vit her heima í Føroyum kunna fyrihalda okkum skilagott til hesi viðurskiftir, og ikki minst taka avgerði útfrá tí.  

 

Tað snýr seg als ikki um mótvilja mótvegis dønum, sum sambandsvongurin í Føroyum pástendur. Tað snýr seg snøkt sagt um eitt virðuligt samband og samstarv millum Føroyar og Danmark.  

 

Tað undrar meg at tað er mótstøða ímóti tí 

 

X við E 

 

Jóhan Christiansen