Eg stilli upp til eitt fulltíðarstarv – og bara eitt

Eg stilli upp til eitt fulltíðarstarv – og bara eitt

 

Eg stilli als ikki upp á næsta løgtingsvali, um Tjóðveldi vinnur annað fólkatingsumboðið 31. oktober, og eg skuldi blivið nummar eitt á listanum. Tað geri eg heldur ikki, um eg verði nummar tvey, tí næsta fólk á listanum má væl saktans rokna við, at boð verða eftir tí onkuntíð í einum fýra ára skeiði.

 

Eg haldi nevniliga fólkatingssessin hava so stóran týdning í øllum stríðnum at sleppa av við hann og taka fulla ábyrgd fyri okkara landi, at hann ikki bara kann havast sum hjáputur.

 

Fái eg fatur á hasum jarnbrotinum, skal tað brúkast frá morgni til myrkurs, so leingi eg havi tað á hondum.

 

Ein plasering longri niðri á listanum enn nummar tvey útilokar ikki uppstilling til løgtingsval fyri mítt viðkomandi, men fleiri dømi eru tó um, at tað eisini tá ber til at enda í tvístøðum.

 

Tí tað kann verða neyðugt at leita niður eftir á fólkatingsvallistanum – enntá langt niður eftir – um Tjóðveldi kemur í stjórn eftir næsta løgtingsval, og tey fyrstvaldu til fólkatingsvalið kanska fáa áheitan um at fara í landsstýrið.

 

Eisini í einari slíkari støðu er mín støða greið: Eg stilli fyrst og fremst upp fyri Tjóðveldi og ikki fyri meg sjálvan, so skuldi eg endað í tí marglætisstøðu, at eg slapp at velja, um eg tók sæti á Fólkatingi ella í Løgtinginum, so hevði eg gjørt tað, sum tænir flokkinum best – tað merkir, at eg hevði spurt floksleiðsluna, hvat hon helt vera best at gera, og so hevði eg fylgt tí.

 

Einasta kravið hevði tá verið, at eg bleiv verandi í tí eina sessinum og ikki aðruhvørja løtu hevði sæti á Fólkatingi og aðruhvørja løtu í Løgtinginum.

 

Ingolf Sólheim Olsen

fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldi