So styttist av álvara, til at vit øll skulu á val og skulu velja, hvørja kós Tórshavnar kommuna skal seta tey næstu fýra árini.
Vit hava eina livandi og ríka kommunu, men vit hava nakrar trupulleikar, sum skulu loysast, og teir skulu loysast sum skjótast, tí vit skulu øll kunna virka og trívast her.
Eg vil gjarna vera við til at fremja hesar broytingar, og eri eg til reiðar at virka fyri tykkum - mín partur skal so ikki liggja eftir.
- Vit skulu fáa sett gongd á almannagagnliga og lúta íbúðarbygging sum skjótast
- Vit skulu fáa kloakkleiðingar fram við sjóvarmálanum út á streymasjógv sum skjótast
- Kloakk- og spillvatnskipanin skal fáast í rættlag í miðbýnum og úti í bygdunum, hetta skal uppraðfestast
- Okkara børn eru framtíðin. Dagstovnaøkið skal kunna veita eina góða og mennandi tænastu, og tá er fyritreytin, at námsfrøðingarnir og hjálparfólkini kunnu menna seg, trívast og fáa tær umstøður, ið krevjast fyri at virka
- Handils- og vinnulívið krevur sítt pláss og skal hava bestu umstøður at virka á fullgóðan hátt – vit skulu altíð hava vinnugrundstykki tøk, umframt at handilslívið skal leggjast inn í heildarætlanir í sambandi við nýggjar býlingar
- Okkara ungu skulu trívast og mennast, og øll skulu hava møguleikan at vera ein partur av einum felagskapi, tí skal Tórshavnar kommuna veita frítiðarkort.
Tórshavnar kommuna er fyri okkum øll, og vit skulu hava eina fjølbroyta livandi kommunu, har ið vit øll kunna virka til fulnar og trívast.
Eg vil virka fyri, at Tórshavnar kommuna er ein livandi, ríkari og tryggari kommuna.
At enda vil eg ynskja tykkum øllum eitt gott val.
##med2##
Við javnaðarkvøðu
John av Reyni
Valevni hjá Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu