Eingin skal detta niður ímillum skipanirnar

Eg eiti Bjørg Dam og stilli upp til fólkatingsvalið. Mítt hjartamál er at tryggja javnbjóðis atgongd til viðgerð, endurvenjing, arbeiði og til útbúgving til fólk við psykiatriskum og fysiskum avbjóðingum/sjúkum í Føroyum og í Danmark - eingin skal detta niður ímillum skipanirnar.  


T.d. skal ein ADHD diagnosa ikki kunna brúkast sum orsøk at nokta atgongd til politiskúla ella herin, sum tað kann vera í dag. Hetta hevur mann broytt í Svøríki og Íslandi, har tað ikki er loyvi at diskriminera vegna ADHD. Men tað er ikki broytt í Danmark enn.


Í Føroyum hava vit 529 fólk, sum standa á bíðilista til psykiatri, t.e. til útgreining fyri ADHD, autismu, tunglyndi, angist v.m. Sera nógv fara niður til Danmarkar at fáa sær hjálp!


Hesi mugu ikki einans rinda fyri eina primera heilsutænastu, sum okkara egna heilsuverk átti at klárað, men tá tey koma heim aftur við einari diagnosu, detta tey heilt ella partvíst uttan fyri okkara heilsuskipan. Hetta er ikki einans galdandi fyri ADHD og autismu, men eisini fyri aðrar diagnosur og sjúkur. Hetta skal loysast!


Tað er ikki bert í Føroyum, at vit stríðast við sálarheilsu, men tað gera tey eisini í Danmark og Grønland. Tí er samstarv um vitanardeiling, netverkan og gransking uppløgd, tí loysnirnar eru helst nøkulunda tær somu.


Eg vil á fólkating at skapa úrslit, ið betra um lívið, møguleikar og skapa trygd og framburð hjá føroyingum.


Javnaðarflokkurin hevur víst í verki, at við røttu hugsjónini, arbeiðssemi, dirvi og hepnari politiskari hond vera sera gevandi fyri allar føroyingar, lesandi, sjúklingar, fyritøkur, feløg umframt kommunur og løgting.


Ríkisfelagsskapurin er tvívegis gevandi - men tó ikki uttan lýti. Tey taka vit upp og finna pragmatiskar loysnir, tí vit samstarva við øll.


Les greinar og CV á http://bjorgdam.blogspot.com/


Við at seta krossin við C og Bjørg, so fært tú eina eldsál, sum skapar úrslit!


Bjørg Dam,

Valevni til fólkatingsvalið fyri Javnaðarflokkin