EM-endaspælið hjá kvinnulandsliðnum í Basel nærkast

Nú styttist til kvinnulandsliðið skal spæla EM-endaspæl í Basel í Sveis. Stuðlarnir Føroya Banki, Wenzel, Atlantic, Effo og Smyril Line vera við í Basel og skipa fyri upphiting áðrenn allar dystirnar.

– Vit hava gjørt heimasíðuna Basel.fo, sum verður brúkt til kunning í sambandi við EM-endaspælið í Basel - eitt nú upphiting, dystir, fjepparaætlanir o.a., skrivar stuðlarnir.

 

– Vit fara eisini at selja t-shirtir, sum vit hava gjørt til endamálið, og peningurin fer til Í menniskjum góður tokki, sum er jólahjálp til fíggjarliga sperdar barnafamiljur. Les meira um t-shirt søluna her: https://www.basel.fo/post/keyp-t-shirt-og-stu%C3%B0la-%C3%AD-menniskjum-g%C3%B3%C3%B0ur-tokki

 

Nærri kunning um upphiting og staðseting kemur seinni á Basel.fo. Men upphiting verður áðrenn allar dystirnar, har vit bjóða andlitsmáling, klapparar og góðan hýr, so vit eru til reiðar at koyra á Føroyar saman.

 

Upphitingin verður tætt uppá høllina, so mann kann ganga frá upphiting til dyst.

 

Sveis og Føroyar spæla 29. nov. kl. 18.00 lokala tíð.

 

Kroatia og Føroyar spæla 1. des. kl. 15.30 lokala tíð.

 

Føroyar og Danmark spæla 3. des. kl. 18.00 lokala tíð.