Fá virðing aftur í valstríðið!

Fá virðing aftur í valstríðið!

 

Val snýr seg um virðing. At vit valevni kjakast við virðing fyri hvørjum øðrum, hóast vit eru ósamd.

 

Seinastu dagarnir hevur verið so sum so við virðing í valstríðinum, og tí, sum er sagt.

 

Tí vóni eg, at vit fáa valstríðið á rætta kós aftur, og byrja at tosa við virðing.

 

Vit eru ymisk, bæði sum valevni og veljarar. Men tí hava vit pláss fyri í Føroyum.

 

Um veljarar ella valevni eru samkynd ella hinskynd eigur als ikki at hava nakran týdning.

 

Og eg veit, at tað ikki hevur týdning, tí eg varð vald á Føroya Løgting í 2019, hóast eg eri samkynd.

 

Eg taki eisini fegin við einum fólkatingssessi, løgtingssessi, landsstýrissessi ella løgmanssessi, um so er.

 

Ikki tí, at eg eri samkynd, men tí at eg, sum flestu aðrir politkarar arbeiða fyri einum betri Føroyum.

 

Eg havi gott samstarv við fólk í flestu flokkum, og soleiðis skal tað vera. Vit skulu hava rúm fyri, at vera samd um at vera ósamd.

 

Í hesi greinini fari eg ikki at siga tykkum, hvønn tit skulu velja. Tí eg veit, at tit fara at velja tað valevni, ið tit halda er eitt virðiligt umboð.

 

Sagt er sagt, latum okkum fara víðari við virðing.

 

Beinta Løwe,

 

løgtingskvinna og valevni til fólkatingsvalið, Tjóðveldi