Færri fundir og fleiri heitar hendur!

Hví sita á fundi og viðgera fólk og trupulleikar ein stóran part av degnum?

Er tað veruliga so innviklað at veita nakrar vælferðartænastur til fólkið í Føroyum?

 

Vit skulu tora at hyggja eftir hvørji størv veruliga hava týdning og leggja lønirnar og arbeiðsvikuna hareftir.

 

Sjálvur hevði eg væntað at vit sum samfelag, og serliga politikarar ella fakfelagsfólk í landinum, høvdu lært meiri av Korona!

 

Hóast stovnar, skrivstovur, skúlar og barnagarðar sluppu at standa tómir í longri tíðarskeið, so fingu føroyingar sín grundleggjandi tørv mettaðan.

 

Í tí ringasta smittuvandanum arbeiddu hálvvaksin skúlabørn í handlum fyri í miðal 70 krónur um tíman. Lágløntar vaskikonur hildu okkara bygningar reinar. Skrellimenn syrgdu fyri at vit ikki druknaðu í óruddi. Skipini fiskaðu og landaðu, fólk stóðu við framleiðslubondini og útflutningurin steðaði ongantíð. 

 

Nøkur starvsøki hava størri týdningi enn onnur!

Vit hjálpast at og vilja vera til nyttu í samfelagnum. Hinvegin er pseudoarbeiði nakað, sum fleiri framkomin lond í dag mugu stríðast við. Góð starvsfólk drukna tíanverri í tungum skipanum. Høgra hond veit ikki, hvat í vinstra ger.

 

Útlenskar kopiloysnir rigga sjáldan í Føroyum.

Sjálv skulu vit ganga undan og hugsa yvir um faklig mørk.

 

Alt handaligt og umsorgarnarfulla skal virðismetast og lønast nógv hægri. Vit mugu rista av almennu yvirvektina, hugsa nýggjar tankar um niðursetta arbeiðsviku, og hvussu vit fáa fleiri heitar hendur innan eldrarøktina og barnaansingarøki. 

 

Tað er okkara skylda at finna góðar føroyskar loysnir.

 

 

Anfinn í Toft.

Valevni fyri Tjóðveldi