Ein dystur var leiktur í Faxe Kondi kappingini hjá monnum í kvøld.
Í bólki 2 vann Kyndil 31-26 á StÍF í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum vóru kyndilsmenn á odda 14-12.
Tobias Thisen var toppskjútti hjá Kyndli við átta málum. Trúgvi Hávardsson var toppskjútti hjá StÍF við seks málum.
Kyndil, H71 og StÍF hava øll tvey stig. H71 hevur tó spælt ein dyst færri Kyndil og H71. Team Klaksvík er aftast við ongum stigi.
Sunnudagin klokkan 16 spæla Team Klaksvík og H71 í Badmintonhøllini í Klaksvík.
HER ber til at síggja dómaraseðilin hjá HSF frá dystinum millum Kyndil og StÍF:
##med2##