Ísrael og Palestina samstarva um heimildarfilm í Filmsfelagnum

Tað er samstarvið millum ein ungan palestinskan aktivist á hersetta Vestara Áarbakka og ein ísraelskan journalist, sum í hesum filmi gevur okkum eitt sjáldsamt og menniskjansligt innlit í eitt stríðsmál, sum hevur staðið við í áratíggju.

Mikudagin vísir Filmsfelagið ísraelskt-palestinska heimildarfilmin No Other Land. Turið Maria Jóhansdóttir, sum er aðalskrivari í Amnesty International, Føroya deild, fer at innleiða sýningina.

 

Hesin heimildarfilmur er samstarv millum fýra leikstjórar, sum eru palestinar og ísraelar. Teir eru Yuval Abraham, Basel Adra, Hamdan Ballal og Rachel Szor.

 

Tað er samstarvið millum ein ungan palestinskan aktivist á hersetta Vestara Áarbakka og ein ísraelskan journalist, sum í hesum filmi gevur okkum eitt sjáldsamt og menniskjansligt innlit í eitt stríðsmál, sum hevur staðið við í áratíggju.

 

Íkomna støðan ger, at hesir báðir fara at mótmæla, at øll í Masafer Yatta samfelagnum skulu vísast út við tvingsli. Masafer Yatta er tólv palestinskar búsetingar, har 2800 fólk búgva, sunnan fyri Hebron.

 

No Other Land, sum hevur vunnið seytjan virðislønir, m.a. í Nuuk, er millum teir, ið hava fingið best ummæli í úrvalsskránni hjá Filmsfelagnum.

 

Metascore gevur filminum 91 stig av 100 møguligum.

 

- It is a story about power and it needs to be told, sigur ummælarin hjá The Film Stage, meðan bersøgni ummælarin hjá IndieWire sigur: - Witnessing is the most effective defense people have against occupation, and the Israeli military, like all thieves, wilts in the face of being watched. The footage is out there, and it’s rarely been assembled into a more concise, powerful, and damning array than it is here. Now it only has to be seen.

 

Filmsfelagið 27/11 kl 20:00 No Other Land (Ísrael Palestina 2024 95 min)

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##