Tað er ongantíð so týdningarmikið og aktuelt sum nú at fara undir veruligar
fyrireikingar at byggja ein Suðuroyartunnil.
Hesin tunnil má koma innan fá ár ella skjótast til ber, annars vænti eg, at
Suðuroyggin ikki kemur at fáa lut í tí menning og vøkstri, sum er í
samfelagnum annars.
Ein samanbinding av Føroyum, øllum størri oyggjum, er eitt "must" og eru vit
næstan komin á mál - nú manglar bara Suðuroyggin.
Tað má finnast ein tryggur og bíligur fíggingarleistur til hesa størstu
íløgu nakrantíð í samferðslukervið í Føroyum.
Hesin fíggingarleistur má fyriliggja, áðrenn farið verður víðari við
prosjektinum, soleiðis at mann ikki stendur uttan tað mest vitala, tá
upplýsingar og tøl koma endaliga á borðið, t.v.s. ein fíggingar- og
lániloysn má finnast - ongantíð ov skjótt.
Eg havi leingi hildið, at hetta er ein prosjektuppgáva, sum vit eiga at
heita á donsku stjórnina um at hjálpa okkum við, so vit kunnu fáa eina
langtíðarfígging til lægstu rentu, og sum bara lond við góðum kredittvirði
kunnu fáa, t.d. Danmark.
Vit vita, at danir eru hjálpsamir at fíggja flogvallir og menna
infraskipanina í Grønlandi - ein annar partur av Ríkisfelagsskapinum. Ein
kann spyrja, hví ikki eisini finna strategiskt skilagóðar loysnir fyri
Føroyar og føroyska samfelagið.
Um landsstýrið er positivt sinnað at royna ein slíkan leist, vil eg, um eg
verði valdur á Fólkating, gera mítt ítasta til, at ein slík loysn kann
gerast veruleiki.
Set X við
Johan Dahl,
valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið