Føroya Banki væntar betri úrslit í ár

Sambært børsfráboðan væntar Føroya Banki eitt betri úrslit í ár, enn upprunaliga ætlað

 

Bankin hevur hækkað væntaða úrslitið til millum 275 og 300 milliónir í nýggjari børsfráboðan fríggjadagin.

Tillagingin er gjørd út frá betri útlitum í kjarnurakstrinum hjá bankanum við vøkstri í bæði útláns- og innlánsvirksemi og einum tryggum íløguavkasti.

Bankin sigur, at niðurskrivingarnar upp á kundarnar eisini hava verið minni orsakað av góðu kredittgóðskuni hjá kundum bankans.