Í morgin klokkan 13 spælir føroyska manslandsliðið annan dystin í EM-undankappingarbólki 6 í Vilnius í Litava. Dysturin verður ímóti Ukraina.
Meðan okkara hava klárað seg framúr væl á heimavølli við seks sigrum á rað, og við átta sigrum í 10 teimum seinastu dystunum í høllini á Hálsi, so gongur tað munandi verri at fáa sigrar og stig á útivølli.
Okkara hava hvørki fingið sigur ella javnleik á útivølli síðani 12. januar í 2020, tá Føroyar í einari HM-undanundankapping í Luksemborg vunnu 24-22 (11-10) á Luksemborg.
HER eru úrslitini í 11 teimum seinastu útidystunum hjá Føroyum:
12. januar 2020: Luksemborg-FØROYAR 22-24 (10-11)
10. mars 2021: Ukraina-FØROYAR 25-21 (15-13)
12. mars 2021: Kekkia-FØROYAR 28-20 (14-8)
28. apríl 2021: Russland-FØROYAR 31-24 (16-10)
13. apríl 2022: Týskland-FØROYAR 34-26 (17-11)
12. oktober 2022: Ukraina-FØROYAR 29-25 (18-14)
11. mars 2023: Rumenia-FØROYAR 25-17 (14-10)
30. apríl 2023: Eysturríki-FØROYAR 38-33 (24-16)
3. november 2023: Ísland-FØROYAR 39-24 (20-15)
4. november 2023: Ísland-FØROYAR 30-29 (16-12)
12. mai 2024: Norðurmakedonia-FØROYAR 34-26 (19-15)