Føroyskan arktiskan ambassadør

Eg havi sagt ja til at stilla upp til fólkatingsvalið og mítt ynski er at fáa nakað ítøkiligt burturúr fyri okkara land - fyri Sambandsflokkin og fyri okkara Ríkisfelagsskap.

 

Vit eiga at styrkja tað parlamentariska og tað stjórnarliga samstarvið í Ríkisfelagsskapinum.

 

Sum løgmaður var eg við í tilgongdini at seta tann fyrsta arktiska ambassadørin fyri Ríkið.

 

Í løtuni er ein ambassadørur vegna allan Ríkisfelagsskapin, tó kunnu áhugamálini vera ymisk og tað er tískil tørvur á at hava eitt føroyskt umboð í Arktis við samráðingarborðið.

 

Landsstýrið arbeiðir í løtuni við einari arktiskari strategi fyri Føroyar, ið skal lýsa hvørji áhugamál Føroyar hava í arktiska økinum og sum maritimt mittpunkt í Norðuratlantshavi.

 

Tíðin er búgvin til, at Føroyar nú politiskt fara at arbeiða fyri og fyrireika setan av einum føroyskum arktiskum ambassadøri.

 

Ein føroyskur arktiskur ambassadørur skal til eina og hvørja tíð, vera okkara umboð og okkara samband á embætisstigi, og vera eitt samband millum partarnar í Ríkinum.

 

Set X við

 

Kaj Leo Holm Johannesen

valevni fyri Sambandsflokkin til fólkatingsvalið