Fólkaskúlin skal spara 8 ársverk hjá lærarum

Fólkaskúlin skal spara 4,5 milliónir krónur, sum svarar til 8 ársverk fyri at halda skerdu játtina á fíggjarlógin fyri næsta ár

– Tá øll játtanin til fólkaskúlan fer til lønir og sparast skulu 4,5 milliónir krónur svarar hetta til á leið 8 ársverk.

Tað sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið í svari til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, sum hevur spurt ráðið um, hvørjar avleiðingar sparingarnar fáa á fólkaskúlan.

Ráðið sigur eisini, at enn er eingin endalig støða tikin til, hvørjar tillagingar fara at verða gjørdar, men hesi átøk hava verið umrødd:

• Økingin til flokslærara og leiðslu, ið hevur verið útrullað í tvey ár, og sum var ætlað at halda fram eitt ár afturat, verður steðgað

• Einki nýtt royndar- og menningarvirksemi verður sett í gongd í 2025, men longu givnar

játtanir halda fram

• 10. flokkar verða samlaðir í færri eindir

• Miðfirrað verður lækkað

Fíggjarnevndin spyr eisini, at hvussu stórur partur av tillagingini í rakstrinum av fólkaskúlanum fer av at savna 10. flokkarnar í færri eindir, og hvussu eindirnar verða skipaðar.

– Enn er eingin avgerð tikin um, hvussu eindirnar verða skipaðar, og hvussu nógvar tær skulu verða. Um tað verða 4 eindir: Tórshavn, Klaksvík, Runavík og Suðuroy, so hevði broytingin í hesum skúlaári verið 4 flokkar færri, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

– Av tí at lítlir flokkar ikki fáa fulla tímatillutan eftir verandi skipan, er sparingin ikki tað, sum svarar til 4 flokkar, men á leið 700 tús. kr. í 2025. Helst skal eisini nakað rindast fyri skúlabarnaflutning, um næmingar skulu flytast yvir um kommunumark, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.