Kristiansand mátti lúta fyri toppliði á útivølli

Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir kundu ikki gera tað stóra við Kolstad

Landsliðsleikarin, Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu í kvøld torføran útidyst móti toppliðnum, Kolstad í bestu norsku hondbóltsdeildini. 

 

Kolstad vann stórsigur 37-25. Kristiansand var heilt væl við í fyrra hálvleiki, og í steðginum var heimaliðið á odda 17-14. Í seinna hálvleiki øktist munurin tó.

 

Tróndur skoraði eitt mál og legði upp til fimm mál (assist) hjá Kristiansand.

 

Kristiansand er nummar átta í deildini við 10 stigum, so Tróndur og liðfelagarnir eru enn á einum endaspælsplássi. Kristiansand er tó bert eitt stig frammanfyri Nærbø og Follo.

 

Komandi sunnudag klokkan 16.30 hevur Kristiansand heimadyst móti Bergen.